Útflutningurin av fiskavørum vaks 2,4 milliardir krónur í 2022 í mun til 2021.
Hetta er ein vøkstur á 26 prosent í útflutningsvirðinum, men útflutta nøgdin minkaði seks prosent, skrivar Hagstovan.
Tað er vøkstur í flestøllum vørubólkum, og er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,1 milliard krónur.
Útflutningvirðið av sild er minkað við 143 milliónum krónum, ella 19,3 prosent. Hetta stavar í høvuðsheitum frá, at nøgdin av útfluttari sild minkaði 30,8 prosent.
Asiatiski og amerikanski marknaðirnir eru lutfalsliga vaksnir mest, har útflutningsvirðið er hækkað ávikavist 72 prosent og 63 prosent í 2022.
Útflutningurin til Asia er nú næstan á sama støði sum í 2019, meðan útflutningurin til Amerika er tvífaldaður seinastu árini, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald