Innanlands

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 450 milliónir krónur

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 9,8 milliardir krónur

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2023-12-19 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 9,8 milliardir krónur, ið eru 450 milliónir krónur meira - ella 4,8 prosent meira - enn sama tíðarskeið í 2022, skrivar Hagstovan.

Samlað varð útflutt fyri 10,5 milliardir krónur - 320 milliónir krónur - ella 3,1 prosent - meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur"- Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.

Virðið á laksaútflutninginum er minkað 239 milliónir krónur - 5,3 prosent. Nøgdin er minkað 7.990 tons - 13,3 prosent. Prísurin hevur verið góður, og enn er ein ávísur vøkstur í ársmiðalprísinum, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 254 milliónir krónur, ella ávikavist 18 prosent, níggju prosent og 23 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini – laksur undantikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder