Innanlands

Útflutningurin av fiski minkaður eina mia. kr.

Útflutningurin er minkaður bæði í nøgd og virði

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-01-18 11:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Útflutningurin av fiski er minkaður við einari milliard krónum samanborið við 2017. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya.

Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður í mun til somu mánaðir í fjør. Útflutningurin í virði av fiskavørum er minkaður eina góða mia. Tað er 13%.

Í nøgd er útflutningurin av fiskavørum minkaður 9%.

Tað eru serliga laksur og uppsjóvarfiskur, sum minni er útflutt av.

Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 mió. kr. og útflutningurin av laksi næstan 600 mió. kr.

Hinvegin er meiri útflutt av toski og hýsu, eins og tað er meiri útflutt av svartkjafti.

Bólkurin “aðrar vørur” vísur eisini ein vøkstur, men her eru skrásetingarnar ikki fullfíggjaðar enn, so tann vøksturin verður helst minni, tá alt 2018 verður uppgjørt um ein mánað.

[object Object]

[object Object]

Av innflutninginum er størsti vøksturin í brennievni við 303 mió. kr., svarandi til 35%. Síðani kemur innflutningur av maskinum og amboðum við 177 mió. kr. ella 24%, og á triðja plássi kemur innflutningurin av tilfari til byggivinnuna við 133 mió. kr., svarandi til 21%.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder