Innanlands

Útflutningurin vaksin 343 milliónir krónur

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 útfluttu Føroyar fiskavørur fyri 10,9 milliardir krónur

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-01-17 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 útfluttu Føroyar fiskavørur fyri 10,9 milliardir krónur, ið eru 489 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið árið fyri, skrivar Hagstovan.

Samlað varð útflutt fyri 11,7 milliardir krónur, 343 milliónir - ella trý prosent - meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 6,6 prosent, og nøgdin er minkað 14 prosent. Prísurin hevur verið góður, og enn er ein ávísur vøkstur í ársmiðalprísinum, skrivar Hagstovan.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað ávikavist 17 prosent, 12 prosent og 24 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini, laksur undantikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder