Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd áleið tær somu tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.
Av tí týdningamesta botnfiskinum er væl meira avreitt av toski og hýsu - ávikavist 30 og 25%. Upsin vigar tó mest í heildini, og er nakað minni avreitt av upsa, um 9% og 8% minni av øðrum botnfiski.
Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 18%, og er væl minni av svartkalva komið upp á land í ár.
Av øðrum fiskasløgum enn tey, ið eru nevnd undir botnfiski og flatfiski, er nøgdin áleið tann sama sum í fjør. Av hesum telur gullaksur nógv mest.
Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet betri enn í fjør, og við undantøkum er avreiðingarvirðið fyri einstøku fiskasløgini yvirhøvur nakað frægari enn í fjør. Virðið á botnfiskinum er vaksið 12%, meðan nøgdin er vaksin 3%.
Á myndini omanfyri og talvuni niðanfyri er avreiddað nøgdin av botnfiski fyri tríggjar ársfjórðingar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, tó síggjast glottar, og er nøgdin av toski og hýsu higartil í ár tann frægasta í fleiri ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald