Innanlands

Væl minni av toski avreiddur í ár

Toskaveiðan fyrstu tíggju mánaðirnar í ár er bara helmingurin av tí, ið fiskað varð í fjør

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2020-12-01 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri tíggju mánaðir januar til og við oktober í ár er væl minni avreitt av toski veiddur í føroyskum øki í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni.

Nøgdin er fallin úr 17.000 tonsum niður í 8.500 tons, sum er ein minking á 50 prosent. Hýsan er minkað ein fimting, meðan um 18 prosent  meira av upsa er avreiddur í ár.

Avreiðingarnøgdin tilsamans er minkað nakað í ár í mun til tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Avreiðingarvirðið er minkað ein fimting. Fyri tosk er virðið fallið yvir helvtina og fyri hýsu ein góðan fjórðing í mun til sama tíðarskeið í fjør.  

[object Object]

Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum er tilsamans nakað tann sama sum í fjør.

Av svartkjafti er minkingin áleið 9 prosent. Nøgdin av sild er áleið tann sama sum í fjør. Væl meira av makreli er avreiddur higartil í ár í mun til í fjør, smá 17.000 tons svarandi til ein góðan triðing. Skipini hava higartil í ár fingið áleið tað sama fyri uppsjóvarfiskin í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør – avreiðingarvirðið er økt góð 2 prosent.

Tølini síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder