Íslendski pelagiski trolarin, Guðrún Þorkelsdóttir, hevur verið til umvælingar hjá Mest í Havn. Nógv er gjørt við skipið og teir vóna at kunna fara aftur til fiskiskap um vikuskiftið.
- Skipið hevur verið á sleipistøð hjá Mest í sjey vikur. Motorurin og skrúvan eru høvuðsumvæld, so er annað viðlíkahald gjørt og alt skipið er málað.
Tað siga maskinmennirnir Guðmundur Helgason og Guðni Kristinsson.
- Vit eru væl nøgdir við arbeiðið hjá Mest. Arbeiðstíðin er eisini góð, tí longri tíð arbeiði tekur, jú dýrari gerst tað. Veðrið skiftir títt í Føroyum, so tað ræður um at mála teir turru tímarnar, siga teir skálkaliga.
- Vit gleða okkum at fara á makrelfiskiskap. Vit fiska eisini svartkjaft, sild og lodnu. Tá vit trola eru vit 10 mans við, og 13 mans, tá vit t.d. fiska lodnu og sild við nót, siga Guðmundur og Guðni.
Guðrún er systirskip við nýggja Ango, fyrrverandi Hoffell. Skipini eru bygd í 1999 og lasta 1600 tons.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og tíð var bæði til prát, Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald