Innanlands

Væl nøgdir við túrin

Túrurin hevur verið góður. Tá vit klára at fáa uppí 800 kør, sum er uml. 240 tons, og klára at koma inn at landa innanfyri eina viku, so er tað ein góður túrur, siga skipararnir Jørmund Olsen og Rúni í Hjøllum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-28 17:32 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Klokkan 18 í gjárkvøldið komu Stjørnan og Polarhav fullfermdir av gulllaksi á Toftir.

Vegna kappróður og annað á Norðoyarstevnu fáa teir ikki avreitt í Klaksvík, og tí landa teir á Toftum í dag.

- Túrurin hevur verið góður. Tá vit klára at fáa uppí 800 kør, sum er uml. 240 tons, og klára at koma inn at landa innanfyri eina viku, so er tað ein góður túrur. Vit hava roynt suður móti markinum, og tá fara umleið 16 tímar í sigling hvønn vegin, siga skipararnir á Polarhav og Stjørnuni, Jørmund Olsen og Rúni í Hjøllum.

- Bæði støddin og góðskan á gulllaksinum er góð og vit fáa umleið 5 krónur fyri kilo. Fiskurin verður koyrdur inn til Tavuna í Leirvík, sum arbeiðir hann, siga teir.

- Annars mugu vit siga, at hiðartil í ár hevur fiskiskapurin verið væl betri enn somu tíð undanfarnu ár, og serliga eftir upsa. Vit fingu nærum bara stóran upsa fleiri túrar á rað í februarmánað, og tað hava vit ikki fingið í langa tíð, siga Jørmund og Regin.

Skipini fara aftur á gulllaksaveiðu í dag. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjárkvøldið og tíð var eisini til Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder