Keypararnir, sum vóru áhugaðir í Jupiter, hava droppað keypið.
Hetta váttar Dávið Jacobsen, tekniskurleiðari hjá Varðanum í Gøtu.
- Vit hava fingið boð frá felagnum, sum hevði áhugað í at keypa Jupiter, og teir hava sagt at verkætlanin, sum teir høvdu ikki gekk, sum teir ætlaðu, og tí skulu vit ikki bíða við at selja Jupiter til teir.
Fyrst í juni kom fram, at eitt felag í Russlandi, hevði áhugað í at keypa Jupiter, og m'guliga Høgaklett eisini, men soleiðis verður ikki kortini, ikki nú í hvørfall, váttar Dávið Jacobsen.
Jupiter hevur seinastu tíðina fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og nú verður riggað til, at fara á beding í Havn, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði skal gerast við skipið.
Vit spurdu Dávið, um onnur feløg høvdu áhugað í Jupiter, og her svarar tekniskileiðarin hjá Varðanum, at felagið fær fyrispurningar í heilum uppá skipið, men at einki ítøkiligt liggur á borðinum í løtuni.
Tað hevur ljóðað at russar hava verið í Føroyum, og hugt eftir Jupiter meðan skipið hevur ligið á Runavík, men hetta kennir Dávið Jacobsen einki til, sigur hann at enda við fiskur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald