Virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur fingið góðkenning sambært bæði havumhvørvisverndarlógini og umhvørvisverndarlógini. Tað skrivar Umhvørvisstovan á netinum.
Verandi uppisjóvarvirki hjá Varðanum Pelagic tekur ímóti móti makreli, sild, svartkjafti, lodnu, gullaksi og øðrum uppsjóvarfiski, sum m.a. verður skorin til flak og frystur.
Varðin Pelagic ætlar at víðka virksemið til eisini at framleiða fiskaprotein og lýsi burtur úr avskurði og fráskildum fiski frá verandi framleiðslu og í ávísum førum frá heilum ella pørtum av lastum, sum verða landaðar til virkið. Harumframt framleiðir virkið súrløgu frá fiski og avskurði frá framleiðsluni. Við nýggju framleiðsluni verður allur avskurður og onnur restrávøra frá verandi framleiðslu gangnýtt.
Í sambandi við verkætlanina skal millum annað nýggj útfylling gerast, har goymslubygningur til protein og lýsi skal byggjast, og skal verandi bygningur leingjast umleið 16 metrar í ein eystan. Eisini skal ein orkumiðstøð við tilhoyrandi 60 metra høgum skorsteini gerast. Harumframt skal gerast ein goymsla til kemikalii, goymslutangar til protein og lýsi umframt tangar til súrløgu og meyrusýru.
Áðrenn góðkenning kann latast til verkætlanir og virksemi á sjónum og fram við strondini, skal felagið, sum ásett í havumhvørvisverndarlógini, gera eina umhvørvisárinsmeting, sum viðger hvørji árin ætlaða verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi á sjónum og fram við strondini.
Umhvørvisstovan hevur góðkent verkætlan hjá Varðanum Pelagic, at útbyggja virksemið á havnarlagnum á Tvøroyri við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.
Góðkenningin er grundað á eina umhvørvisárinsmeting fyri samlaða virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, bæði núverandi og nýggja virksemið við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald