18. januar í ár setti Høgni Hoydal ein bólk, sum skuldi viðgera ásetingarnar í fiskivinnunýskipanini um at fara frá fiskidøgum til kvotur í 2020. Bólkurin hevði eisini til uppgávu at lýsa fyrimunir og vansar við kvotum mótvegis fiskidøgum umframt at gera umsitingarætlan.
Umsitingarætlan er eitt nýtt fyribrigdi í fiskivinnulóggávuni, har áseting fyri mest loyvdu veiðu, fiskidøgum og skipan í øðrum fiskiskapi verður løgd fyri tingið at taka støðu til. Ætlanin er at slík ætlan skal verða galdandi í meira enn eitt ár.
Arbeiðsbólkurin skuldi í seinasta lagi lata landsstýrismanninum frágreiðing og uppskot til umsitingarætlan 15. mars í ár. Men Jens Helgi Toftum, sum samskipar arbeiðið fyri fiskimálaráðið sigur, at nú verður miðað ímóti at verða liðug áðrenn páskir.
Les eisini: Møguliga ongin kvotaskipan fyri botnfisk
Portalurin hevur verið í sambandi við Jan Højgaard, sum situr í arbeiðsbólkinum vegna fiskimannafelagið. Hann sigur at sáttmálasamráðingarnar gjørdu, at nógvir limir í bólkinum ikki kundu luttaka í arbeiðinum, og at arbeiðið tí ikki er liðugt enn.
Samdir um fleiri viðurskifti
Jan Højgaard sigur eisini, at limirnir í bólkinum eru samdir um fleiri viðurskifti í arbeiðinum, men ikki øllum. Hann sigur, at hann ikki er tann rætti at úttala seg fyri bólkin, men at semja tykist vera um at halda fram við fiskidagaskipanini. Hann hevur eisini góðar vónir um, at bólkurin verður samdur.
Tá fiskivinnukjak var á Torradøgum í Klaksvík, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at tosað hevði verði um at hildið fram við fiskidagaskipan við ávísum tillaðingum. Hann segði tó við Portalin aftaná, at tað var upp til arbeiðsbólkin, sum skuldi koma við uppskoti 15. mars, hvat úrslitið bleiv.
Men Jan Højgaard sigur, at fiskidagaskipanin helst heldur fram at kalla óbroytt fyri fiskiskap eftir botnfiski. Hann sigur, at tað so at siga er semja um tað ímillum allar limir í arbeiðsbólkinum.
Í arbeiðsbólkinum eru:
Anfinn Olsen,
Hanus Hansen,
Ludvík við Stein,
Hálvdan Gudmundsen,
Gulak Gulaksen,
Anfinnur Garðalíð,
Jan Højgaard,
Ólavur Gunnarsson,
Óli Jacobsen,
Petur Steingrund,
Jóhan Simonsen,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald