2025-01-12 21:22
Uppsjóvarskipið Vestmenningur er komið inn við 600 tonsum av makreli.
Vestmenningur fór fyrst á Tvøroyri, har skipið landaði ein part av veiðuni til Varðan Pelagic og síðani fór skipið á Vestmanna, har restin skal landast til Vestmanna Seafood.
Vestmenningur hevur havt góðan fiskiskap eftir makreli í bretskum sjógvi hendan turin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald