Innanlands

Vesturhavið hevur landað í Kollafirði

Frystilínuskipið Vesturhavið hevur landað 190 tons í Kollafirði

Vesturhavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vesturhavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-09 18:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Vesturhavið hevur júst landað 190 tons av frystum fiski í Kollafirði.

Vesturhavði landaði veiðuna í gjár, og meginparturin var toskur og longa.

Upplýst verður at Vesturhavið hevur fiskað undir Grønlandi og við Føroyar hendan túrin, og hevur fiskað í knappar seks vikur.

Vesturhavið hevur heimstað í Vestmanna, og nær skipið fer aftur til fiskiskap vita vit ikki.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder