- Vit hava droymt um hetta leingi, og hava ofta havt tekningar á borðinum, sigur Anfinn Olsen.
Nú er løtan so her. Fyrsti nýbygningurin hjá reiðarínum í Fuglafirði varð handaður Framherja hósdagin, og fríggjadagin var dópur.
Akraberg kostaði 375 milliónir krónur at byggja og hóast korona hevur herjað, er skipið avhendað til tíðina.
Ætlanin er at loysa fyrst í komandi viku og skipið fer beinleiðis í vinnu.
Sí innslag úr Brattvåg omanfyri. Lagt til rættis hava Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm.
Sí eisini: Myndir: Akraberg doyptur í Brattvåg
Sí eisini: Myndir: Her er nýggi Akraberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald