2020-02-16 23:04
(Upptøka: KJ)
Týsdagin var Agnavík, ið er nýggjasta tvíkiljan frá KJ, handað Bakkafrosti. Og eftir at manningin hevði roynt bátin á fjørðinum, í fagrasta veðri, varð kósin sett til Hvalbiar, har Agnavík skal hava heimstað, og kemur at virka.
Agnavík er 18 metrar til longdar, er 8 metrar breið, hevur ein 65 tons/metrar Palfinger krana og 15 tons KJ dekksspæl, umframt nógva aðra útgerð, motorarnir umborð eru Iveco.
Hetta er nýbyggningur nummar 54 hjá KJ, og í løtuni eru tríggjir arðir nýbyggningar kontraktaðir, og í gerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald