2023-01-25 06:44
Anna Mortensen, eigari av Cafe MorMor, er ein av teimum, sum alment hevur verið ímóti ætlanini hjá Varðanum Pelagic um at byggja protein og lýsiverksmiðju.
Hon óttast fyri framtíðini av kaffistovuni, sum longu frammanundan er ein av nærmastu grannunum hjá virkinum, men verður framyvir helst meira ávirkað av virkseminum hjá Varðanum Pelagic.
Vit fingu orðið á hana aftaná borgarafundin í Salti í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald