Týsdagin í hesi vikuni vórðu tær nógv umrøddu menningarkvoturnar lutaðar, men eingin varð latin til nakað felag í høvuðsstaðnum. Tað undrar javnaðartingmannin Heðin Mortensen, sum eisini er partur av samgonguni.
- Tá ið vit byrjaðu at tosa um økiskvotur (nú mennningarkvotur, red.) setti eg sum krav, at Havnin skuldi teljast sum eitt økið, sigur Heðin Mortensen.
- Vit hava havt nógv arbeiði við fiski áður, og hava nakað enn. Fiskiskip eru tíbetur enn skrásett í Havnini, men seinastu tíðina er talið á arbeiðsplássum innan økið og av skipum minkað munandi.
Heðin Mortensen sigur, at tað hevði eisini verið fantastiskt um arbeiðspláss innan fisk kundi veri økt við meira virksemi, tí Havnin hevur ikki havt henda møgleika, men nú er hann har. Karmar eru á Vestaru bryggju, til at skapa virksemi á landi.
Góðar 40 umsóknir komu inn til Fiskimálaráið í sambandi við menningarkvoturnar, og eftir drúgva viðgerð fingu umsøkjararnir svar týsdagin í hesi vikuni.
9 útav 38 umsóknum fingu tillutað menningarkvotu, og hóast fleiri høvdu væntað, at tær vórðu spjaddar um alt landið, var støðan ein onnur.
- Eg hugsaði beinanvegin at tað var undarligt at eingin kvota kom til Havnar, men hinvegin hugsaði eg eisini, at um eingin hevði søkt, so var tað ikki so nógv at gera við tað.
Heðin Mortensen hevur nú fingið afturmelding frá persónum og virkjum, sum hava søkt í Havn og víst á konkretar ætlanir bæði við skipum og virksemi á landi. Umsøkjararnir fingu at vita, at teirra umsóknir ikki vóru gingnar á møti.
- Eg haldi tað ljóðar eitt sindur undarligt, tað má eg viðganga. Umsøkjararnir hava sett seg í samband við meg, og eg havi hoyrt um verkætlanirnar, sum eg haldi eru sera spennandi, og sum avgjørt burdu uppfylgt treytirnar fyri at fáa menningarkvotu, sigur Heðin Mortensen, løgtingslimur.
Løgtingsmaðurin fer nú at fylgja málinum upp, og vita hvat endaliga niðurstøðan var í umsóknunum úr Havn.
- Eg má eisini siga, at eg haldi at staðsetingarnar eru eitt sindur ivasamar til so stórar kvotur á ávísum økjum, har als onki arbeiðisloysi er um man kann siga so.
Heðin Mortensen hugsar um Sørvág, Vestmanna og Sandoynna, sum øll fingu fýra ára kvotur.
Seinastu dagarnar hava fleiri politikkarar verið frammi og sagt alment, at teir sakna munandi meira opinleika í málinum, og hava spurt inntil, um tað veruliga er ein umsøkjari aftrat, sum skal hava restina av menningarkvotuni, sum ikki er tillutað enn, og hesum er Heðin Mortensen samdur í.
- Tað var sagt allatíð at tað skuldi verða opinleiki um løgtingslógina. Eg sakni meira opinleika.
- Eg haldi ikki at arbeiðshátturin er tann rætti, og tað eru helst fleiri við mær, sum halda tað sama, men sum sagt, so fari eg at fylgja málinum upp, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður í Havn.
Les eisini: Menningarkvotur: Størsti parturin fór til Vestmanna og Vágar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald