Eitt tað størsta íslendska uppsjóvarskipið landar lodnu í Fuglafirði.
Talan er um uppsjóvarskipið Vilhelm Thorsteinsson, sum landar heili 3340 tons av lodnu til Havsbrún.
Lodnan er fiskað í íslendskum sjógvi, og Vilhelm Thorsteinsson fer aftur á lodnuveiðu tá ið liðugt er at landa til Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald