Innanlands

Vilja vita um framleiðslu av stórum smolti

Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt

2021-07-12 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fiskaaling: Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt (best practice). Talan er um eina 1 ára verkætlan saman við CtrlAQUA, sum norska Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering fíggjar.

Verkætlanin umfatar eitt sonevnt litteraturstudie um evnið, og eitt samstarv við alifeløg í Norra, Kanada, Kili, Skotlandi og í Føroyum, sum eisini lata vitan til endamálið. Hetta merkir, at ítøkiligar royndir frá vinnuni verða brúktar saman við granskaravitanini.

Ein týdningarmikil táttur í verkætlanini er at eyðmerkja, hvør vitan manglar innan økið. Vitanin skal savnast og skipast, og síðani viðgjørd og greinað. Tilfarið verður gjørt alment tøkt, bæði til vinnuna og til undirvísingartilfar.

Framleiðslan av laksi er broytt nógv seinnu árini. Tað er greitt, at um laksurin er styttri tíð á sjónum, so verður hann heldur ikki eins útsettur fyri lús og sjúkum har. Í Føroyum hava vit seinastu 10 árini gjørt góðar royndir við at halda fiskin á landi, til at hann er heili 20 mánaðir gamal, tá hann fer í sjógvin. Hetta hevur tó ikki eydnast eins væl í øðrum londum. Serfrøðingar eru ikki á einum máli um, hví so er, og tí er vónin, at verkætlanin kemur at siga meira um hetta.

Úr Føroyum er tað Heidi S. Mortensen, granskari, sum umboðar Fiskaaling í verkætlanini, eins og alifeløgini Mowi og Bakkafrost luttaka. Sp/f Avrik luttekur eisini í verkætlanini, har Rúni Dam, stjóri, hevur savnað inn dátur og lyklatøl um aling í Føroyum í yvir 20 ár.

CtrlAQUA er partur av Granskingarráðnum í Norra. Arbeiðssetningurin er at menna tøkniliga og lívfrøðiliga nýhugsan, sum eru laksaalingini til frama, bæði viðvíkjandi framleiðslu og burðardygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder