Kunngerðin um veiðu eftir svartkjafti verður nú broytt, soleiðis at 8.382 tons verða tøk til vinnuligar fiskiveiðiroyndir og verkætlanir.
Nøgdin skal veiðast í føroyskum - ella NEAFC øki.
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skula senda Fiskimálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. oktober 2018. Umsóknarblað fæst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, www.fisk.fo, innan stutta tíð.
Eins og áður (fyri makrel og norðhavssild) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.
Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir, skrivar Fiskimálaráðið.
Ætlandi verður broytingin í kunngerðini um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti 2018 lýst innan nakrar dagar, soleiðis at fiskiskapurin eisini fevnir um vinnuligar fiskiveiðiroyndir í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald