Innanlands

Vitjan umborð á Akranesi

Tað tekur umleið tveir tímar at lossa skipið og so umleið fýra tímar at lasta

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

2023-07-23 22:40 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Handilskipið Akranes siglir hvørja viku við farmi millum Rotterdam í Hollandi, Thorlakshøfn í Islandi og Tórshavn. Skipið er eitt sokallað Ro-Ro skip, har farmurin kemur rullandi umborð og fer rullandi í land. Tað tekur umleið tveir tímar at lossa skipið og so umleið fýra tímar at lasta. Skipið tekur 100 vognar (trailarar), og sum oftast eru tað bæði frysti- og kølivognar.

Manningin hevur nógv at gera, meðan skipið verður lastað og lossað, tí tað gongur skjótt fyri seg. Tá siglt verður millum londini gongur manningin vakt. Skipari og stýrimenn hava ábyrgd av siglingini og arbeiðsgongdini og trygdini umborð, meðan maskinmennirnir hava ábyrgd fyri at skipið riggar mekaniskt.

Dekkarar hava ábyrgd av at køli- og fyrstivognarnir hava rættað hita ella kulda og at halda skipið reint, meðan kokkurin ger matin.

Í fríløtunum hugnar manningin sær millum annað, við at hyggja eftir filmi, vera í sauna og í kalda pottinum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í nakrar dagar og tá var tíð til andakt og hugna saman við manningini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini ber til at síggja myndir frá vitjanini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder