Innanlands

Yngist av at sigla saman við ungum

Eg vóni at kunna sigla nakað afturat, sigur 75 ára gamli Petur Petersen

Petur Petersen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Petur Petersen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-03-20 19:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg haldi eg yngist tá eg sigli saman við yngri monnum. Nú tveir 15 ára gamlir hava verið við í starvsvenjing, merki og síggi eg sjálvsagt, at tað eru nøkur ár síðani eg var á teirra aldri. Tað eru bara 60 ár síðan.

Tað sigur Petur Petersen, á Toftum og smílist. Hann siglir sum dekkari við Fagrabergi og verður 75 ár í summar.

- Mær hevur dámað væl í pelagiska flotanum, har eg byrjaði við Polaris í 1974. Eg havi tó verið burturi frá í nøkur ár, tá eg var á isfiskaveiðu við samtrolara. Síðstu mongu árini havi eg verið aftur við pelagiskum skipum, og tað dámar mær væl, sigur Petur.

- Ja, eg havi nógv at vera takksamur fyri. Og so var eg á trygdarskeiði í desember, sum er galdandi í fimm ár, og so fekk eg endurnýggja bláubók í januar, sum er galdandi í tvey ár, so eg vóni at kunna sigla nakað afturat, sigur Petur Petersen.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder