Innanlands

- Fingu møguleikan at gevast

Mýlingur, sum seinastu knapt 10 árini hevur havt heimstað á Eiði, er seldur til Hvannasunds

Mýlingur hevur fingið navnið Anru, og fær báturin eisini nýggjan lit (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Mýlingur hevur fingið navnið Anru, og fær báturin eisini nýggjan lit (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-08 21:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línubáturin, sum upprunaliga er bygdur í 1999 í Íslandi, hevur roynst fyrrverandi eigarunum væl.

- Báturin hevur riggað ótrúliga væl tey seinastu næstan 10 árini vit hava átt  hann, sigur Per Mikkelsen, sum er ein av fyrrverandi eigarunum.

Mýlingur hevur seinastu árini havt heimstað á Eiði, men nú fær báturin heimstað í Hvannasundi, har hann skal avloysa ein minni bát, útróðrarbátin Anru. 

- Vit fingu eitt gott boð uppá bátin, og støðan hjá okkum er broytt tey seinastu árini. Tann eini av eigarunum, og meistarin umborð bátin er plágaður av sjúku, og tí var tað uppá sítt pláss at taka av boðnum, tá ið vit fingu eitt áhugavert eitt frá keyparunum, sigur Per Mikkelsen, sum tó ikki ynskir at upplýsa nakran prís.

Mýlingur hevur skift navn til Anru, og báturin verður málaður hjá Mest í Havn. Nýggju eigararnir eru Janus Rein og Gundur Sørensen.

- Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað verður um støddina á skipinum, sigur Gundur Sørensen, og sipar millum annað til, at skipið hevur autolínuskipan, gott og vælskipað dekkspláss at arbeiða fiskin í, umframt kølilast og krapaísskipan, sum gevur serliga góða fiskigóðsku. 

Nýggju eigararnir hava tryggjað sær nógvar fiskidagar, sum verða knýttir at Anru, so báturin hevur eitt trygt grundarlag, har sjey mans koma at hava arbeiði umborð ta fyrstu tíðina, og síðan er ætlanin at koyra við hálvaðarið manning, siga nýggju eigararnir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder