Innanlands

- Eg trívist umborð og takki Gudi fyri hvønn nýggjan dag

- Eg verði 69 ár, næstu ferð eg havi føðingardag, og tað merkist. Men hugurin er enn, so vit fáa at síggja, sigur Tom Nordendal

Tom Nordendal (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Tom Nordendal (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-04-14 22:37 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg takki Gudi fyri hvønn nýggjan dag; at eg eri frískur, havi hug at arbeiða, og at tað er eitt arbeiðspláss, sum ynskir meg til arbeiðis, tí alt hetta er als ikki sjálvsagt, sigur, Tom Nordendal, ið siglur sum kokkur við Vesturhavinum.

- Vit komu inn fríggjamorgunin og hava landað í dag. Vit høvdu 580 kassar av hýsu, toski og longu. Vit royndu í eina viku, men veðrið var vánaligt. Fiskurin er seldur, men vit vita ikki enn nakað um prís, men vóna, hann verður hampuligur. Nú taka vit ís og fara avstað aftur í dag, sigur hann.

- Eg verði 69 ár, næstu ferð eg havi føðingardag, og tað merkist. Men hugurin er enn, so vit fáa at síggja. At gera mat, eri eg vanur við, tí eg var kokkur við Rasmusi Effersøe í 20 ár, og havi nú verið kokkur við Vesturhavinum í umleið 12 ár. Vit eru vanliga 14 mans við, og vit hava tað gott saman og hjálpa hvørjum øðrum. Eg loysi av á dekkinum, so menn kunnu fara til kaffi, og tað dámar teimum væl.

Trygdarskeiðið gongur út, tá eg verði 70, so nú fáa vit at síggja, sigur Tom brosandi við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð seinnapartin.

Frástøðan skuldi haldast, so manningin fekk lesnað og ynskið: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder