Uttanlands

- Hart lív at vera útróðrarmaður

Harða útróðrarlívið og kuldin hava sett síni spor á likamið, sigur 64 ára gamli Anton Egede í Nuuk. Grønlandstoymið hjá Sjómansmissiónini er í Grønlandi í hesum døgum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-08-13 20:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg havi verið fiskimaður nærum so langt, eg kann minnast. Eg var á útróðri við pápa so skjótt, eg kundi hjálpa til. Hann fiskaði við botngørnum; og eg var ofta við honum, tá eg hevði frí frá skúla og í summarfrítíðini; og tað hevur verið mítt lív síðani.

Tað sigur 64 ára gamli, Anton Egede, í Nuuk.

- Hetta er ein glastrevjabátur, sum eg havi latið byggja í Rødby í Danmark. Hann kom til Grønlands fyri tveimum mánaðum síðani og er 15 metrar langur og 6,66 metrar breiður. Motorurin er ein 500 hesta Volvo. Báturin er útgjørdir til botngørn og línu og til at fiska tosk og svartkalva. Harafturat havi eg krabbaloyvi. Báturin hevur eisini kølilast, so hann er væl útgjørdur, sigur hann.

- Tað er best, tá vit eru seks mans við; men tað gongur eisini við fimm, men tá er tað strævið og serliga við botngørnum. Vit hava ”innanskerskvotu” og fiskiskapurin hevur ikki verið nakað at reypa av, hóast fyrsti túrurin var brúkiligur. Hetta er mín fjórði bátur og mín dreymabátur. Eg havi ornað fyri, hvussi hann arbeiðsliga skuldi innrættast. Ynskiligt var, um hann var longri, men krøvini gerast nógv størri til bátar, sum eru omanfyri 15 metrar, sigur hann

- Harða útróðrarlívið og kuldin hava sett síni spor á likamið. Eg havi skift annað knæið og skal eisini skifta hitt, og so havi eg eisini fingið aðra klassing, sigur Anton Egede, brosandi, sum tó elskar sítt arbeiði.

Umboð fyri grønlandstoymið vitjaðu umborð og heilsaðu uppá Anton. Tíð var eisini til bøn fyri báti og manning og signingin varð lýst.

Á grønlandskum stendur signingin soleiðis í 4 Mós.6,24-26:

-Naalakkap pilluaqqulisit sernigalutillu.
Naalakkap kiinnaminik qaammarsarlisit saammaallutillu.
Naalakkap isigilisit eqqissisillutillu-

 

placeholder
placeholder