- Um tað skal verða grundarlag fyri at byggja nýggj skip, so mugu vit fáa atgongd til uppsjóvarfisk.
So greiður er reiðarin á Eysturbúgvanum, Bjarki Magnussen, tá hann verður spurdur um ætlanir eru at byggja nýggj skip fyri Eysturbúgvan og Vestubúgvan.
Bjarki Magnussen, sum er reiðari á Eysturbúgvanum sigur, at tað hevði sjálvsagt verið ynskiligt at havt møguleikan at endurnýggja seg, men sum støðan er nú, so er ikki grundarlag fyri tí.
- Vit hava 500 tons av makreli, sum vit fingu í menningarkvotu, men tað er alt ov lítið at byggja skip fyri, sigur reiðarin.
Bjarki Magnussen sipar til, at bfiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum ikki er nóg gott grundarlag til at forrenta eitt nýtt skip fyri, og tí mugu onnur fiskaslø til.
- Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið góður í ár, men sum heild er fiskiskapurin undir Føroyum ikki nóg góður, og hetta gevur milt sagt ikki grundarlag fyri at forrenta eitt nýtt skip, sigur Bjarki Magnussen.
- Vit hava sjálvandi spælt okkum við tankan, men fyri at tað skal gerast veruleiki, so mugu vit hava eini 2-3000 tons av makreli um árið fyri at grundarlag skal vera, at byggja nýtt.
Eysturbúgvin varð upprunaliga bygdur sum Gullberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Framkomnir trolarar bygdir í 1991
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru bygdir á Tórshavnar skipasmiðju (nú Mest, red.) í 1991. Bæði skipini vórðu upprunaliga bygd til Vestmanna, men seinni varð Gullberg, sum Eysturbúgvin kallaðist tá, seldur til Dals, har skipið fekk navnið Eysturbúgvin.
- Skipini vórðu bygd við RSW kølitangum, og eru tí útgjørd til at fiska uppsjóvarfisk, so tað er eingin forðing hjá okkum, sigur Bjarki Magnussen, reiðari á Eysturbúgvanum.
Reiðarin sigur víðari, at teir hava ikki søkt um at fáa lut í royndarkvotunum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal luta út, men sigur, at enn er hetta ein møguleiki.
- Jú, tað er avgjørt ein møguleiki, men sum nú er hava vit ikki gjørt nakað meira við tað.
Vesturbúgvin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Hóast skipini eru næstan 30 ára gomul, so eru skipini í góðum standi.
- Høvðusmotorarnir eru skiftir fyri 10 árum síðan, og ljósmotrarnir fyri nøkrum árum síðan, so skipini eru í góðum standi, tað er lítið at ivast í, sigur Bjarki Magnussen.
Spurdur um teir hava umhugsað at selt skipini sigur Bjarki Magnussen stutt, men greitt, at um tað skal gerast, so skal nýtt byggjast, men tað er ikki grundarlag fyri tí, so tí er tað heldur ikki aktuelt at selja, sum støðan er nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald