- Blokkurin má skiftast, og eg havi fingið munnligt at vita, at ein nýggjur blokkur verður í Føroyum síðst í juli.
Tað sigur Jón Rasmussen, skipari og ein av eigarunum á Norðborg.
Tað var sunnudagin, at Brimil kom á Fuglafjørð, við Norðborg, har teir skuldu landa mjøl og lýsi, og síðani sleipast á Ánirnar, har teir skuldu landa frysta svartkjaftin, sum teir høvdu fiskað.
- Man kann siga, at tíðin kundi verið betur, men hon kunnu sanniliga eisini verið verri, at hetta hendi, sigur Jón Rasmussen, og vísir á at svartkjaftatíðin er við at vera liðug fyri summarið.
Talan er um tvey stempul út av fleiri, har serliga tað eina er nógv verri farið enn hitt. Hetta hevur havt við sær, at blokkurin í motorinum er farin, men tíbetur hevði verksmiðjan, sum hevur framleitt motorin ein blokk, sum teir kundu seta í Norðborg.
- Blokkurin kemur síðst í juli, og vit vóna, at arbeiðið kann gerast á Ánunum, har skipið liggur nú, sigur Jón Rasmussen, sum eisini sigur at enda, at arbeiðið helst tekur eini tríggjar vikur.
Ein maður frá verksmiðjuni, sum hevur gjørt motorin kom til Føroyar í gjár, at hyggja eftir skaðanum, og hann er her enn, har í hann ger ymsar kanningar fyri at vita júst hvat er hent.
Tað var sunnudagin meðan Norðborg var á svartkjaftaveiðu eystanfyri Føroyar, at teir fingu maskin trupulleikar, og máttu fáa Brimil at sleipa teir til lands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald