- Vit eru í holtur við at kanna noturnar millum bjálkarnar á Johannu, sum vit eftirhyggja hvørt ár. Hevur hon verið í vánaligum veðri, so sæst tað aftur, tí so er meiri at kalfadra enn vanligt.
Tað sigur stjórin á Vágs skipasmiðju, Gudmundur Jacobsen.
- At kalfadra er at sláa “verk” inn ímillum bjálkarnar, so hon er tøtt. Síðani verður bika, (tjúkk tjøra), smurd uttaná, sum hjálpir til við at halda tætt og at halda verkinum inni millum bjálkarnar, sigur Gudmundur.
- Hóast Johanna er í góðum standi, so sæst aldur á henni. Hon er 133 ára gomul og skal tí viðlíkahaldast sum eitt gamalt skip, sigur hann.
Johanna og Thorshavn verða pussaðar upp í Vági til hundrað ára haldið hjá Merkinum í summar og til Føroya Regatta.
Páll Jacobsen, sonur Gudmund, sum er í læru sum skipstimbrari, hjálpir pápanum við at kalfadra. Hann er óivað einasti skipstimbraralærlingur í Føroyum í løtuni.
Gudmundur flennir og sigur frá einum ungum drongi, sum var í starvsvenjing á Skipasmiðjuni. Tá teir fóru at kalfadra, spurdi drongurin, hvat teir gjørdu?
“Vit kalfadra og bika, ja gera sama arbeiðið sum Nóa gjørdi við ørkina á sinni"
“So hava tit ikki ment tykkum nógv síðani tá,” segði drongurin undrandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald