Í gjár skrivaðu vit um ein tosk, sum verð fiskaður av einum bretskum frítíðarfiskara í Norðurnoregi, og søgdu, at við longdini 160 sentimetrar, kundi talan vera um eitt heimsmet.
Helst er einans talan um met fyri økið, har toskurin varð fiskaður.
Tí toskar oman fyri hesa longdina eru ikki óvanligir.
Tað hevur Thormund Johannesen víst okkum á, og hevur sent okkum avrit av eini fotomynd av sær sjálvum umborð á línubátinum Hans Eriki á Grand Bank við Ný Foundland í 1971.
Hann stendur við tveimum toskum, ið vórðu máldir ávikavist 172 og 169 sentimetrar. Sjálvur er Thormund 180 sentimetrar høgur, upplýsir hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald