placeholder
Innanlands

18 maskinistar fingu prógv

Á samkomu í Vinnuháskúlanum í dag, fingu maskinistar prógv handað

(Mynd: Vinnuháskúlin)

(Mynd: Vinnuháskúlin)

2021-03-12 13:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Myndin sæst í fullari stødd niðanfyri)

Á hugnaligari samkomu í Vinnuháskúlanum á grækarismessu, fingu 18 nýggir maskinistar prógv handað.

Maskinistútbúgvingin tekur umleið níggju mánaðir. Fyrsta hálva árið fer við undirvísing og próvtøku, og umleið tríggjar mánaðir við neyðugum skeiðum.

Teir sum fingu prógv eru: Marni Eyðolvsson Joensen, Tummas Hávard Guttesen, Birni Dahl Ljósstein, Danjal Sørensen, Hjørtur Ellingsgaard Rasmussen, Jóan Petur Johansen, Jógvan Atli Johansen, Jóhan Magnus Johannessen, Dánial Mikal Kjærbo, Eyðun Egholm, Heri Eli Olsen, Eyðun Holm, Jákup Drayton, Jákup Egholm, Jóhan Kallsoy, Martin Højgaard, Snorri Petersen og Kristian Johannesen

Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Jóhan Magnus Johannessen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum. Jóhan Kallsoy fekk ein kikara frá P/F Trygd. Birni Dahl Ljósstein fekk eitt lummaur frá Áhugafelagnum Antares.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder