Ein stórur tunfiskur á 330 kilo kláraði herfyri at sleppa inn í eina laksanót á einum alibrúki hjá Osland Havbruk í Høyanger, sum liggur við Sognefjorden.
Tað var tá tey skuldu at fórða leygarmorgunin, at tey varnaðust, at óboðin gestur var komin á vitjan, skrivar NRK. Tað vísti seg at vera ein 282 sentimetra langur tunfiskur av slagnum, ið norðmenn kalla makrelstyrja, sum vísti seg at vera 330 kilo tungur.
Roknað verður við, at stóri fiskurin hevur skrætt seg ígjøgnum nótina í royndini at fáa fatur á mati. Fyri at sleppa undan, at laksur rýmdi, varð ein serlig tilbúgving beinanvegin sett í gongd. Tey megnaðu at fanga stóra tunfiskin við eini serligari nót, og ein veiðimaður, ið var tilkallaður, tók lívið av stóra fiskinum við riflu.
Tunfiskurin varð fluttur til Bergens, har hann skuldi seljast til matna.
Hesin fiskurin, á enskum róptur bluefin tuna, er sera skjótur fiskur, kann ferðast umleið 70 kilometrar um tíman, og tí av fleiri kallaður ‘havsins Ferrari’.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald