placeholder

3700 tons landast til Havsbrún

Fagraberg hevur landað 1900 tons og Arctic Voyager skal landa 1800 tons

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-22 21:43 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Fagraberg og Arctic Voyager hava bæði verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Fagraberg byrjaði at landa í gjár. Teir høvdu 1900 tons av svartkjafti, og byrjaðu teir at landa tíðliga fyrrapartin.

Tá ið Fagraberg var liðugur byrjaði Arctic Voyager at landa. Teir hava 1800 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder