Mowi hevur gjørt íløgur fyri 40 milliónir krónur á Sandsvág í ár. Ein nýggjur fóðurflaki er keyptur og kemur í mai mánaða. Umframt tað hevur Mowi keypt fimm nýggjar 200 metur stórar ringar at ala í.
Hesum boðar Mowi Føroyar frá í tíðindaskrivi.
Tilsamans vera nú átta ringar, sum fara at framleiða góð 4.000 tons av laksi á Sandsvág. Undanfarin ár er íløga gjørd í tríggjar ringar umframt alibát fyri áleið 20 milliónir krónur.
Mowi hevur í fleiri ár kannað økið og hevur gjørt royndir á økinum. Sandsvág er eitt harðbali øki, sum er nógv ávirkað av høgari aldu og streymi. Eftir tvær miseydnaðar royndir á økinum, hevur Mowi funnið rættað staðið at ala á. Ringarnir eru fluttir inn á vánna fyri at verja ímóti høgari aldu. Hetta hevur lukkast, verður sagt.
Fyrsta rættiliga alingin var seinasta árgang, tá góð 2.000 tons vóru framleidd. Hesin laksurin varð tikin síðsta heyst. Nú er ætlanin at økja til góð 4.000 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald