Dagurin í dag hevur verið ein serligur dagur hjá teimum, sum eiga í alivinnuni í Noregi.
Í morgun sendi norska stjórnin út um, at hon hevur ætlanir um at leggja nýggjar skattir á norsku alivinnuna og eisini á feløg, sum framleiða alternativa orku.
Hetta fekk straks partabrøvini á Oslo Børs at lækka.
Norska vinnulívsblaðið Dagens Næringsliv skrivar í dag, at 50 milliardir krónur hvurvu úr alifyritøkunum á Oslo Børs í dag.
Fráboðanin frá stjórnini í morgun ljóðaði, at ætlanin er at áleggja alivinnuni skatt, svarandi til 3,8 milliardir norskar krónur um árið. Og tað eru tey fimm størstu feløgini, sum eiga tveir triðingar av hesi rokningini.
Tá Oslo Børs lat aftur seinnapartin, var partabrævið hjá Salmar lækkað 30 prosent, Lerøy Seafood 27 prosent, Grieg Seafodd 26 prosent, Austevoll Seafood 21 prosent og Mowi 18 prosent.
Bakkafrost fall eisini eitt vet
Føroyska alifyritøkan Bakkafrost, er einasta alifyritøkan á Oslo Børs, sum ikki hevur aling í Noregi. Men partabrøvini hjá Bakkafrost vórðu eisini ávirkað eitt sindur í dag.
Tá keypsskálin lat upp í morgun klokkan 8 føroyska tíð, var kursurin NOK 495, meðan hann var 487,9 tá hann lat aftur klokkan 15.30. Beint undan afturlating, var kursurin annars niðri á 475,6. Men gjøgnum dagin lá kursurin eisini eitt skifti oman fyri 500 norskar krónur – 515 tá hann var hægstur.
Bakkafrost sendi seinnapartin út eina fráboðan, har gjørt varð greitt, at norsku ætlanirnar ikki hava nakra ávirkan á føroyska alifelagið.
Hinvegin vísir Bakkafrost eisini á, at í Føroyum verður umhugsað at regulera takstirnar fyri føroysku alivinnuna, so teir passa betur við galdandi prísir á spotmarknaðinum.
- Uppskotið er ikki lagt fyri løgtingið enn, men so skjótt tað hendir, senda vit út eitt tíðindaskriv hesum viðvíkjandi, skrivar Bakkafrost í fráboðanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald