Uttanlands

74 milliónir norskar krónur lógu eftir á botnlinjuni

Atlantic Star fiskaði umleið 10.000 tons í fjør

Mynd: Shipspotting.com

Mynd: Shipspotting.com

2018-07-09 12:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

74 milliónir krónur eftir á botnliljuni hjá norskum reiðaríi.

Norska reiðaríið, sum eigur trolaran Atlantic Star, kann hyggja aftur á 2017 við einum stórum smíli.

Atlantic Star fiskaði í fjør fyri 196 milliónir krónur, og hetta hevði við sær at felagið hevði eitt yvirskot á 74 milliónir norskar krónur.

Orsøkirnar til góðu gongdina eru fleiri. Upplýst verður, at skipið hevur næstan 4 kvotur at fiskað, og hetta er ein av grundunum til góða úrslitið.

Øktar kvotur, hækkandi prísir og góði fiskiskapurin eru beinleiðis grundin til, at felagið hevði eitt so gott ár í fjør.

Atlantic Star fiskar bæði í Barentshavinum og í Norðsjónum. Trolarin, sum er ein verksmiðjutrolari, fiskar tosk, hýsu, upsa, kongafisk og svartkalva.

Fyri nøkrum árum síðan, varð trolarin forlangdur, og fekk nýggja verksmiðju setta í.

Eisini varð nýtt frystarí sett umborð, so trolarin nú megnar at frysta 110 tons um samdøgri.

42 mans eru knýttir at Atlanticstar, og har eru eisini fleiri føroyingar við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder