Innanlands

80 ára gamal gjørt roktúr

- Eg havi fingið ov mikið! Kanska tað fer at tátta í 5000 pund. Eg havi góð 3000 pund á dekkinum og restin er í lastini, sigur 80 ára gamli Jack Højgaard

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-01-13 08:10 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Gjáramorgunin kom garvaði útróðrarmaðurin, Jack Højgaard, við báti sínum, Hellifossi, á Toftir at avreiða. Hann hevði verið suður úr Borðuni við 18 stampum og fingið umleið 5000 pund.

- Eg fór avstað í fyrramorgunin klokkan 05. Veðrið var gott í gjár, men tíverri slitnaði línan og eg mátti sigla til hina boyuna. Eg fekk alla línuna aftur, men tá var vindurin komin, sigur ein troyttur Jack.

- Vanliga blóðgi eg fiskin, meðan eg dragi og kryvji, meðan eg sigli inn. Men tað fór at rulla so illa í gjárkvøldið, at eg fekk ikki kruvt, meðan eg sigldi, og tí havi eg kruvt í nátt inni við land, sigur Jack.

[object Object]Hellifossur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jack er lítillátin og nýtir hvørki tey stóru ella nógvu orðini. Tá hann varð spurdur, hvussu nógv hann hevði fingið, svaraði hann stillisliga:

- Eg havi fingið ov mikið! Kanska tað fer at tátta í 5000 pund. Eg havi góð 3000 pund á dekkinum og restin er í lastini. Harafturat er slagið sera gott, tí meginparturin er stórur toskur og restin er hýsa.-

- Eg havi nógv at takka Gudi fyri! Bæði heilsan og hugurin eru góð enn, so tað er bara at hanga í, sigur Jack takksamur.

So segði hann frá eini hending.

- Einaferð eg var á útróðri ringdi ein kona til mín um okkurt. 

- Ert tú einsamallur á útróðri? spurdi hon.

- Nei, Gud er hjá mær! svaraði eg. 

Tá spurdi konan: - Hvussu er hann at vera saman við? 

Tað var ein góður spurningur, segði Jack brosandi.

Les eisini: Jack Højgaard: Eg geri tað, eg havi hug til

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder