-Eg geri tað, eg havi elskað alt lívið – at fiska, og hví skal eg ikki gera tað, hóast eg havi fylt 80 ár? Orðini eigur væl upplagdi og fryntligi toftamaðurin í Runavík, Jack Højgaard.
- Mær tørvar ikki at rógva út, men hví skal eg seta meg hendur í favn við hús, tá bæði hugur og orka enn er til at rúgva út? spyr Jack, tá hann av og á verður spurdur, hví hann enn er til útróðrar.
Í morgun var Jack og dróg nakrar gogguglúpar, sum standa í Álinum, sum er suðureystur úr Eystnesi. Hann fekk sjey kurvar, og var rímuliga væl nøgdur við tað.
Fyri góðari viku síðani var Jack, við glastrevjabáti sínum, Hellufossi, heilt úti við Sandoyarbankan og setti 25 stampar eftir longu. Hann fekk 1500 pund, sum er í minna lagið, tí tað eru knappir seks tímar at sigla hvønn vegin.
- Agnið var gamalt og so var tað tina upp einaferð og fryst aftur. Tað komst av tí, at eg skuldi fara herfyri, men startarin á motorinum gekk fyri, og tí mátti eg seta stamparnar inn aftur í frystigoymsluna, sigur Jack.
- Eg var burtur í eitt samdøgur, og tað er strævið hjá einum einsamallum manni. Eg fari bara tílíkar langar túrar, tá veðrið er gott og streymurin góður. Gud hevur givið mær góða heilsu, og hugurin er góður enn, so eg geri tað, eg havi hug til, sigur Jack lítillátin.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald