2020-04-14 19:11
Gitte Henning 1 kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu, og hava 700 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Aftaná Gitte Henning 1, skal íslendska uppsjóvarskipið Børkur landa 100 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi er smáligur í løtuni, men plagar ikki at taka seg upp fyrr enn hesa árstíðina.
Skipini hava fingið nógvan svartkjaft í ES og í altjóða sjógvi, so vónirnar eru helst góðar at fáa svartkjaft í føroyskum sjógvi eisini.
Børkur (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald