Katrin Jóhanna, sum P/F Kinnfelli hevur keypt til Føroya kom seinnapartin á Miðvág, har móttøka var.
Eftir ætlan byrjar fyrsti túrurin leygardagin, tá farið verður á makrelveiðu. Umleið 10 mans eru við og skipari er Árni Dalsgaard.
Veiðan verður landað til Snarfrost, men at byrja við fær virkið í Miðvági ikki tikið ímóti øllum. Tí er avtala gjørd við virkini í Vestmanna og í Hvalba um at taka ímóti veiðuni.
Skipið hevur fingið menningarkvotur saman við Snarfrost í fýra ár. Í ár eru kvoturnar 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av norðhavssild.
Katrin Jóhanna er keypt úr Noreg, og er keypt fyri góðar 43 milliónir krónur. Tað er felagið P/F Kinnfelli við Tummas Henriksen úr Sørvági og brøðrunum Árna og Hjarnar Dalsgaard, sum hevur keypt skipið.
Sí eisini: Myndir: Miðvingar tóku ímóti Katrin Jóhannu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald