Uttanlands

Ætla at ala laks í tunnlum í fjallinum

Norska fyritøkan Norwegian Mountain Salmon kannar egnað økir í bæði Hetlandi og Hebridunum

(Tilgjørd mynd: Norwegian Mountain Salmon)

(Tilgjørd mynd: Norwegian Mountain Salmon)

2024-04-23 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein norsk alifyritøka hevur stórar ætlanir um at byggja eitt stórt alibrúk á landi – ella rættari sagt undir jørð – sunnarlaga á meginlandinum í Hetlandi.

Umboð fyri fyritøkuna, Norwegian Mountain Salmon A/S vóru í farnu viku í Hetlandi og samráddust um verkætlanina við lendiseigarar og myndugleikar, skrivar miðilin Shetnews.

Talan er um eitt øki á Fora Ness, nærhendis Spiggie, beint innan fyri óbygdu oynna Colsay, sum fyritøkan er áhugað í, upplýsir stjórin fyri norsku alifyritøkuna, Bård N. Hjelmen fyri Shetnews.

Seinni í ár verður avgerð tikin um, farið verður víðari við ætlanini.

Fyritøkan kannar eisini eitt øki nærhendis Uig í Lewis í Hebridunum, og hevur eisini ætlanir um eina alistøð á Utsira í Noregi.

Ætlanin hjá fyritøkuni er at bora tunnlar inn í fjallið, sum kunnu hýsa 112 stórum tangum, sum við tíðini kunnu framleiða upp til 45.000 tons av laksi um árið.

Sambært Shetnews, er fyritøkan sinnað at gera íløgur fyri yvir 300 milliónir pund, svarandi til 2,6 milliardir krónur, frá tí at arbeiðið fer í gongd í 2028 til tað er komið í fulla framleiðslu í 2035.

- Vit kanna nú umstøðurnar í Lewis og í Hetlandi áðrenn vit taka støðu til, hvar vit fara í gongd sum tað fyrsta, sigur Hjelmen, sum vísir á fleiri fyrimunir við afturlatnum framleiðslueindum, umframt at hitin í sjónum í Hetlandi er tann optimali, tá tað snýr seg um laksaaling.

Við lokaðum framleiðslueindum á landi eru fyrimunirnir eitt nú: Ongin lús, ongin vandi fyri at laksur sleppur til rýmingar, effektiv viðgerð, góð yvirvøka, góð vatngóðska og 70 prosent av avfallinum verður sílað frá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder