Kavarar hava verið niðri og kannað skrokkin hjá línuskipinum Eivind, sum um 11-tíðina fyrrapartin sigldi á flesjarnar. Og tað er ikki nógv at síggja til skaðar.
- At síggja til vóru eingir skaðar, men tað sær út tilat kjølurin hvílir fleiri staðni, og tað eru kneysar bæði stýriborðsmegin og bakborðsmegin.
- So tá hann verður sleipaður av aftur, skal hann sleipast av sama vegin, so hann ikki skamfílast síðurnar, sigur Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC, við útvarpið.
Skipið lekur ikki olju í løtuni, men áðrenn ein roynd verður gjørd at sleipa skipið av, skulu teir 39.000 litrarnir, sum eru umborð, pumpast úr.
Júst nær hetta verður, veit Edvard Bjarnason ikki at siga í løtni. Nú skulu tryggingarfeløg uttanlands hava boð áðrenn meira verður gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald