Eitt felag, sum í løtuni er skrásett í Hattarvík, hevur søkt um at fáa part av kvotunum, sum í næstum verða lætnar til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Felagið, sum eitur JKS-Impex, hevur eisini gjørt sáttmála við reiðaríið Ruth í Hirtshals um keyp av danska nótaskipinum Ruth til endamálið.
Tað eru vinnulívsfólk í Tórshavn og í Vágum, sum standa aftan fyri verkætlanina, upplýsir felagið í skrivaligari fráboðan til Portalin.
Talan er um fyrrverandi norska bátin Slaaterøy. Føroyingurin Gullak Madsen í Hirtshals valdi í vár at selja Ruth til felagið, sum eigur Slaaterøy, ístaðin fekk Gullak Madsen gamla skipið frá norska felagnum, meðan bíðað verður eftir nýggjari Ruth, sum eftir ætlan er liðug bygd um eitt ár.
Tað er henda núverandi Ruth, sum føroyingar nú ætla at keypa. Eftir at skipið kom til Danmarkar, er tað umvælt fyri 12 milliónir krónur. Tað er nýklassað og riggað til at pumpa fiskin inn á hekkuni. Motorurin er eisini nýklassaður og tangarnir sandblástir. Sum heild er skipið í góðum standi, siga komandi føroysku eigararnir í skrivinum.
Stjóri í felagnum JKS-Impex er Sámal Jákup S. Sakarisson í Hattarvík, kommunulækni í Havn. Tað hevur í dag ikki verið møguligt at fáa eina viðmerking frá honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald