Innanlands

Seks gestir á GRÓ-vitjan á Firum

Tey, sum eru í læru, koma úr Angola, Gana, Kenja, Indonesia, Sierra Leona og Tansania. Hesi skulu vera í Íslandi í eitt hálvt ár, fyri at fáa undirvísing og innlit í ymiskar tættir, ið eru viðkomandi fyri alivinnuni. Føroyar eru við í samstarvinum

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv

2025-01-29 13:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu vikuna hevur Firum havt vitjan av seks spennandi gestum, ið eru komnir til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna.

Hesi seks eru partur av skeiðnum Fisheries Training Programme, ein av menningarskráunum undir UNESCO-GRÓ, sum eisini umfatar alivinnu. Skeiðið, ið er seks mánaðir, endar við, at luttakararnir gera eina granskingarverkætlan um viðkomandi viðurskifti í teirra heimlandi.

Hesa vikuna í Føroyum hevur vinnan tikið væl ímóti gestum okkara. Vit hava vitjað fyritøkur, sum virka í alivinnuni, og mynduleikar, sum øll gjølla hava greitt frá teirra virksemi og royndum. Vitjað varð á iNOVA, Ocean Rainforest, Havsbrún, KJ Hydralik, LAXÁ, Umhvørvismálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Avrik og á Firum.

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv. Hesi, sum vitjaðu, hava øll akademiska útbúgving innan alivinnu og fyrisiting. Harafturat arbeiða tey við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum.

Uppihaldið í Føroyum er úrslit av samstarvi millum Ísland og Føroyar um altjóða menningarsamstarv. Ísland hevur seinast 25 árini havt eitt skipað altjóða menningararbeiði, ið kallast UNESCO GRÓ Fisheries Training Programme. Seinastu árini er eitt skeið innan burðardygga alivinnu vorðið partur av hesum. Hetta er triðja árið, at vit á Firum samstarva við Ísland um hetta.

Hesir seks fellows skulu verða í Íslandi í 6 mánaðir fyri at fáa undirvísing og innlit í ymiskar tættir, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna. Vit í Føroyum hava hollan kunnleika um og drúgvar royndir við, hvussu alivinnan kann skipast, og hvørji viðurskifti hava týdning. Tí er tað, at vit í Firum eru farin undir at samstarva við Ísland.

Teir seks gestirnir komu úr Angola, Gana, Kenja, Indonesia, Sierra Leona og Tansania.

Á Firum eru vit fegin um samstarvið við UNESCO-GRÓ, ið er við til at styrkja samstarvið ímillum luttakandi lond. Samstarvið er eisini ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Firum at virka fyri máttmenning (Capacity Development) í menningarlondum.

Firum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder