Innanlands

Akraberg fer aftur til fiskiskap í morgin

Verksmiðjutrolarin hevur ligið á Fuglafirði seinastu vikurnar, men er nú aftur klárur til fiskiskap

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-30 20:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg fer nú aftur til fiskiskap.

Akraberg kom á Fuglafjørð tann 5. mars, eftir at hava brotið túrin av, av tí at teir fingu tekniskar trupulleikar við streymveitinigini til spølini.

Akraberg hevði 660 tons av rundfrystum við til lands, umframt umleið 400 tons av súrløgu tá ið teir komu á Fuglafjørð fyrst í mánaðinum.

Arbeiði hevur tikið góðar tríggjar vikur, og nú hevur manningin fingið at vita, at hon skal mynstra umborð í morgin, og at farið verður á rækjuveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder