Innanlands

Akraberg kom á Fuglafjørð seinnapartin

Verksmiðjutrolarin var næstan ikki til at kenna aftur við nýggju litunum

2018-10-16 20:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom á Fuglafjørð seinnapartin í dag.

Akraberg hevur verið í Spania seinastu vikurnar, har teir hav amálað skipið, og gjørt ymiskt viðlíkahald.

Mynd: Sverri EgholmMynd: Sverri Egholm

Portalurin var á Fuglafirði og tók í móti Akraberg tá ið hann um 17 tíðina í dag kom nýmálaður á Fuglafjørð.

Akraberg hevur verið í føroyska fiskiflotanum tey seinastu fimm árini, men ongantíð er skipið málað, og fingið eyðkendu litirnar hjá reiðarínum, hetta hóast tað leingi hevur verið ætlanin.

Mynd: Sverri Egholm

Akraberg verður liggjandi á Fuglafirði í eini tríggjar dagar, árðenn farið verður til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum.

Mynd: Sverri Egholm

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder