Akraberg komin á Fuglafjørð

Akraberg kom á Fuglafjørð sunnudagin við fullari last

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-03 06:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom á Fuglafjør sunnudagin, har teir skulu landa.

Teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum, og hava 900 tons av rundfrystum fiski, umframt 300 tons av slógvi, sum teir landa í Fuglafirði.

Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin, og fara nú at rigga til at fara á rækjuveiðu í Barentshavinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder