2019-12-06 16:04
Verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði hevur sett kós móti Føroyum, har teir skulu landa.
Teir hava nú fiskað kvotuna, og hava 730 tons av rundfrystum fiski, har veiðan er toskur, hýsa, upsi, kongafiskur og liri. Eisini hava teir 360 tons av súrløgu.
Akraberg byrjaði í russiskum sjógvi, og flutti seg seinni í norskan sjógv. Til endans fiskaðu teir norðanfyri Hammerfest, har teir fiskaðu upsa.
Akraberg verður á Fuglafirði sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald