2020-07-14 10:13
Verksmiðjutrolarin Akraberg setti í gjár kós móti kontrolpunktinum, og verður væntnadi í Fourum um vikuskiftið.
Teir hava fiskað í russiskum sjógvi, og hava 900 tons av avhøvdaðum og kruvdum fiski, sum verður frystur umborð, umframt umleið 400 tons av súrløgu.
Teir hava fiskað í 21 dagar, og veiðan skal landast í Fuglafirði.
Erland Olsen, skipari sigur, at skipið fer ein túr aftrat tá ið liðugt er at landa, og síðan skal skipið í dokk til ymsikt viðlíkahald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald