Skipið, sum er selt til eitt felag hjá Samherja, skal sum skilst avloysa Snæfell, sum er ein eldri trolari hjá Samherja.
Heilt nágreiniligt er Snæfell bygdur í 1968, og hesin trolarin er fyrrverandi Stella Kristina, sum bleiv upphøgdur í 2019.
Fyrrverandi Akraberg, sum verður avloystur av einum nýbygningi, sum verður handaður Framherja síðst í juni mánaða, er bygdur í 1994, og er tí heili 34 ár yngri enn gamli Snæfell, sum nú verður avloystur.
Akraberg, sum skipið framvegis kallast, liggur í Frederikshavn, har broytingar skulu gerast í verksmiðjuni áðrenn skipið fer til Íslands, har nýggju eigararnir skulu yvirtaka skipið.
Stella Kristina, hevði heimstað í Føroyum fram til 1973. Snæfell avmyndaður beint áðrenn skipið verður upphøgt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald