2025-11-13 07:27
Verksmiðjutrolarin Akraberg verður á Fuglafirði í morgin, har skipið skal landa.
- Vit fóru úr Føroyum 5. oktober, og vera á Fuglafirði í annaðkvøld við 443 tonsum af frystum fiski, har meginparturin er toskur og hýsa umframt at vit hava umleið 200 tons av súrløgu, sigur Thorfinn Johannesen, skipari.
Akraberg hevur roynt við Svaldbard og í norskum sjógvi hendan túrin, og veiðan verður landað til Bergfrost.
Við Akraberg hendan túrin eru 23 mans, og Akraberg hevur nú fiskað kvotuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald